Lyrics
Ravnar
Arnfuglar
Stoyta meg
Út av tromini
Djórið
Lúrandi
Læsur meg
Inni her
Sorgin
Deyðin
Gráturin
Saknurin
Ongin kann
Vekja meg
Leiða meg
Heim til tíntt
So bundin
Steinsettur í hesi vrá
Har myrkrið floymur
Til og frá
Vardur
Tryggur
Tú leitar (Svárt svíður sár)
Men sumt kann ei finnast (Og farin ár)
Og eg svinni meir (So kám)
Fyri hvønn andadrátt (Handan tár)
Sorgin
Deyðin
Gráturin
Saknurin
Ongin kann
Vekja meg
Leiða meg
Heim til tín
Her, í leinkjum
Liðini, hvørt sterkari enn annað
Hví kann eg ikki bróta bara eitt?
Men eg síggi ei liðini
Eg síggi bert fuglarnar
Ravnar
Arnfuglar
Skræða meg upp
Gloypa míni sál
Eg biði teg
Vak nú meg
Leið nú meg
Heim tíl tín